logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Almennar skilhaldsreglur


Á Tekniska Skúla í Klaksvík skulu næmingar og starvsfólk samstarva fyri at fremja eitt gott undirvísingarumhvørvi, sum hevur við sær, at vit øll kunnu hugsavna okkum um læring.

1. Av næmingunum og starvsfólki verður væntað:
  a. At vit møta stundisliga
  b. At vit eru fyrireikaði til undirvísingina
  c. At uppgávur verða latnar inn til ásettu tíð
  d. At vit luttaka í undirvísingini og
  e. At vit hava frálærutilfarið við til undirvísingina.
  
2. Næmingar og starvsfólk luttaka í felagstiltøkum, sum eru partar av undirvísingini.

3. Næmingarnir skulu einans nýta teldur, teldlar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði, eftir boðum frá læraranum.

4. Heitur matur og matpakkar skulu etast í Kantinuni. Fløskur, pappír o.a. skal beinast í ruskspann ella annað ávíst stað.

5. Royking fer fram á økjum ávíst av leiðsluni, har ílat er til øsku og stubbar.

6. Hvør einstakur næmingur og lærari hevur samábyrgd av at varðveita ein reinan og ruddiligan skúla. Hetta inniber m.a:
  a. At rudda upp eftir sær, tá ið farið verður úr skúlastovu ella felagshøli
  b. At seta koppar, gløs og annað aftur í matarhøllina, ella har tað hoyrir heima
  c. At seta stólar upp undir borðið har hetta er gjørligt

7. Parkering skal einans fara fram á parkeringsøkinum í uppmerktum básum. Áhaldandi brot kann føra til ávaring og burturvísing.

8. Ikki er loyvt at hava rúsdrekka/rúsevni við á skúlan ella at møta upp ávirkaður.

9. Ikki er loyvt at avmynda ella gera upptøkur av øðrum næmingum ella starvsfólkum uttan loyvi.

10. Tað verður ikki tolt, at nakar happar, er kúgandi, særandi ella mannminkandi í orðum ella atferð.

11. Agatiltøk fyri brot á skilhaldsreglunar, kunnu fevna um:
  a. Lærari kann burturvísa næmingi úr tímanum, og verður hann tá skrásettur sum fráverandi.
  b. Næmingurin kann fáa ávaring frá leiðsluni, ið næmingurin skrivliga skal vátta á serligum oyðublaði.
  c. Næminginum kann verða noktað at luttaka í ávísum virksemi.
  d. Næmingurin kann verða burturvístur í eitt avmarkað tíðarskeið, og skrásettur sum fráverandi. Hetta kann í mesta lagi vera 10 dagar í einum skúlaári.
  e. Næmingurin kann burturvísast frá skúlanum. Um næmingurin hevur framt grovt brot á skilhaldsreglurnar, t.d. harðskap og/ella herverk, kann næmingurin verða burturvístur uttan ávaring.

Stk. 2. Er næmingurin undir 18 ár, verða foreldur ella foreldramyndugleiki kunnað um agatiltøk, ið eru fevnd av stk. 1

«2017»Today«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T W T F S S