Sjúka, forfall
Um næmingur er sjúkur, so er týdningarmikið at boða Skrivstovu skúlans, telf. nr. 456311, frá beinanvegin. Sama er galdandi fyri onnur líknandi forfall.
Tá ið næmingurin kemur aftur í skúla, skal ein vátta, sum fæst á Skrivstovuni, fyllast út og latast inn har.
Er talan um afturvendandi ella sjúku í eitt longri tíðarskeið, so krevst læknaváttan.
Sjúka og onnur líknandi frávera telur við í fráveruuppgerðini. Tvs. tað er samlaða fráveran, sum er avgerandi fyri um skúlin gevur ávaringar.





