logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Rúsevnispolitikkur

Reglugerð viðvíkjandi rúsevnapolitikki á Tekniska Skúla í Klaksvík
Ásannandi, at rúsevnamisnýtsla ávirkar arbeiðsavrikið, skal rúsevnapolitikkurin tryggja, at skúlin sum arbeiðspláss er rúsevnafríur. Leiðslan hevur høvuðsárbyrgdina av, at rúsevnapolitikkurin verður fylgdur.

Grein 1: Endamál
Rúsevnapolitikkur skúlans hevur til endamáls at skapa eitt trygt og gott arbeiðspláss, at  fyribyrgja trupulleikum av rúsevnum og - so tíðliga sum gjørligt - at hjálpa starvsfólki at koma sær burtur úr møguligari misnýtslu.

Grein 2: Alment
Rúsevnannýtsla skal ikki ávirka arbeiðsavrikið. Tað er ikki loyvt at fáa sær rúsevni í arbeiðstíðini. Heldur ikki er loyvt at selja ella bjóða starvsfólki rúsevni í arbeiðstíðini. Somuleiðis er ikki loyvt at møta til arbeiðis ávirkað/ur av rúsevni.

Grein 3: Undantak
Leiðslan kan undir serligum umstøðum geva loyvi til, at skonkt verður við serlig høvi, til dømis í sambandi við móttøkur og hátíðarhald. Við tílík høvi eigur hetta at verða gjørt við fyriliti, og eins góður møguleiki skal vera at fáa rúsfrían løg.

Grein 4: Ábyrgd
Rúsevnatrupulleikar eru ikki eitt privatmál. Tí eiga øll at taka ábyrgd og boða frá, um tey vita um rúsevnatrupulleikar hjá starvsfólkum.

Grein 5: Rúsevnatrupulleikar
Starvsfólk við rúsevnatrupulleikum kann sjálvt venda sær til næsta fyrisetta ella starvsfólkaumboð at tosa um trupulleikarnar og møguleika fyri hjálp. Tílík samrøða er at meta sum trúnaðarmál og hevur ikki ávaring við sær.

Grein 6: Munnlig ávaring
Tá ið næsti fyrisetti varnast, at starvsfólk hevur rúsevnatrupulleikar, skal hon/hann skipa fyri eini samrøðu við viðkomandi um trupulleikarnar. Endamálið við samrøðuni er at geva munnliga ávaring og tilboð um hjálp til viðgerð av trupulleikunum. Er starvsfólk ávirkað í arbeiðstíðini, skal tann, sum varnast hetta, boða næsta fyrisetta frá. Hesin biður viðkomandi starvsfólk um at fara av arbeiðsplássinum og skipar næsta arbeiðsdag fyri samrøðu við viðkomandi um tilburðin. Tá verður munnlig ávaring givin.Viðkomandi váttar skrivliga at hava fingið ávaringina.

Grein 7: Skrivlig ávaring
Halda trupulleikarnir fram, eftir at ávaring er givin, skal næsti fyrisetti skipa fyri nýggjari samrøðu og tá geva viðkomandi starsfólki skrivliga ávaring. Saman við hesi ávaring skal næsti fyrisetti eisini geva tilboð um hjálp til viðgerð av trupulleikunum. Allar ávaringar verða skrásettar í starvsskjølum starvsfólksins. Ein ávaring er galdandi trý ár. Eftir hetta verður hon ógildað.

Grein 8: Viðgerð
Viðgerð av rúsevnatrupulleikunum skal leggjast til rættis saman við lækna/og ella serkønari hjálp.

Grein 9: Uppsøgn
Hevur viðkomandi ikki tikið ímóti tilboðnum um hjálp aftan á skrivligu ávaringina, og/ella trupulleikarnir halda fram, er hetta at rokna sum uppsagnargrund. Rúsevnatrupulleikarnir hava tá við sær, at talan verður um at siga starvsfólk úr starvi ella at vísa burtur, og hetta skal fremjast sambært mannagongdum, freistum og fráboðanarskyldum í galdandi lógum, reglugerðum og sáttmálum og starvsfólkarættarligum reglum annars.


Samtykt á starvsfólkafundi        3 / 11     -  2000

Undirskrivað av øllum, sum møttu, 3. november 2000


«2017»Today«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T W T F S S