logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Reglur fyri Skúlaheimið

REGLUR FYRI BÚFÓLKIÐ Á SKÚLAHEIMINUM

Upplatingartíðir:
Skúlaheimið er opið frá sunnudegi kl. 17.00 til fríggjadag kl. 16.00. Í vikuskiftinum er stongt. Í serligum føri kann hvørt einstakt búfólk gera avtalu við stjóran.

Móttøkan:
Á skrivstovuni fæst leiðbeining og hjálp har hetta er møguligt.
Opið er hvønn gerandisdag frá kl. 8.00 - 12.00 og 13.00 - 16.00.

Postur:
Pakkar o.a. til búfólkið verður lagt fram í avgreiðsluni.

Umsjón:
Um eitthvørt er áfatt eftir vanliga skúlatíð, kann búfólkið venda sær til skrivstovuleiðarin telf. 217311 ella húsavørðin telf. 214791.

Telefon:
Telfonnummar skúlans er 456311. Í skúlatíðini tekur skrivstovan ímóti boðum.

Gestir:
Tú ert vælkomin at hava gest við á skúlan og kann hesin keypa sær mat í matarhøllini. Kostnaðurin er sambært príslista. Gestir skulu verða úti í seinasta lagi kl. 23.00.

Matarhøllin:
Morgunmatur                                     kl. 07.30 - 08.00
Døgurði                                              kl. 11.30 - 11.50
Náttverði                                            kl. 17.15 - 18.00
Kvøldkaffi                                          kl. 20.00 -

 
Í matarhøllini er sjálvtøka við diskin. Eftir lokna máltíð eigur tú at taka , tallerkin o.a. av borðinum.

Seingjar- og handklæði:
Tey búgvandi útvega sjálvi seingjaklæði, handklæði og sápu. Næmingar reiða sjálvir songina hvønn morgun, áðrenn farið verður til undirvísing. Øll klæðir eisini náttklæði, og allir einstaklingalutir skulu koma undir lás, áðrenn farið verður av kamarinum.

Inspektión:
Vaktarmaður, húsavørður og stjóri hava rætt til at kanna kamari fyri at skoða um reglurnar verða hildnar.

Lykil:
Næmingarnir fáa lykil til kamarshurð og skáp ímóti einum depositum upp á kr.200.

Klædnavask:
Tað er møguligt hjá búfólki at vaska klæði. Vaskimaskina og turkitrumla eru í kjallararúminum.

Spiritus/øl/rúsevni:
Tað er bannað at nýta, taka við sær ella goyma nakað slag av alkohol ella onnur rúsevni á Skúlaheiminum.

Kl. 23.00:
Á skúlaheiminum eiga búgvandi at geva hvørjum øðrum ans, soleiðis, at tað er friður á kamari eins og á gongini eftir kl. 23.00.

Ábyrgd:
Tann búgvandi hevur ábyrgd av kamari og innbúgvi. Gert tú varugur við at nakað manglar, ella at nakað er skatt, eigur tú beinanvegin at boða húsavørðinum frá.                               

Brot á hesar reglur og vanligan fólkasið kunnu føra til stytri ella endaliga burturvísing av skúlaheiminum.

Eru ivamál, so kanst tú tosa við undirritaða. Vælkomin! 

Rúni Heinesen, skúlastjóri

 
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


«2017»Today«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T W T F S S