logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Matvøruútbúgvingin


























Gastronom (kokkur) og gastronomhjálpari

Útbúgvingin til gastronomatstøðara tekur 1½ ár. Skúlagongd fer fram á Tekniska skúla í Klaksvík.
Útbúgvingin til gastronom tekur 3 ár og 7 mánaðir. Sum er kann 1. og 2. skúlaskeið takast á TSK og restin í DK. Um 1-2 ár er ætlanin, at øll útbúgvingin kann takast á TSK.
1. skúlaskeið er 20 vikur. Skeiðið endar við próvtøku.
2. skúlaskeið á 20 vikur er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við próvtøku.
Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið bert 10 vikur skúlagongd.
Verkliga læran til gastronomhjálparaútbúgvingina er 38 vikur og er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, av hesum eru 2 vikur próvtøku í skúlanum.

Føðsluhjálpari og føðsluatstøðari

Útbúgvingin til føðsluhjálpara, ernæringshjælper, tekur 1½ ár. Skúlagongd fer fram á Tekniska skúla í Klaksvík.
Útbúgvingin til føðsluatstøðing, ernæringsassistent, tekur 3 ár. Sum er kann 1. og 2. skúlaskeið takast á TSK og restin í DK. Ætlanin, at um nøkur ár kann øll útbúgvingin takast á TSK.
1. skúlaskeið er 20 vikur. Skeiðið endar við próvtøku,
2. skúlaskeið á 20 vikur er lutað sundur í 10 vikur starvsvenjing og 10 vikur skúlagongd. Skeiðið endar við próvtøku,
Fyri lærling við lærusáttmála er 2. skúlaskeið 10 vikur skúlagongd,
verkliga læran til føðsluhjálparaútbúgvingina er 38 vikur og er skipað sum yrkisútbúgving við lærusáttmála, av hesum eru 2 vikur eftirmeting í skúlanum.
skúlagongdin í 1. og 2. skúlaskeiði fevnir um almennar lærugreinir, yrkislærugreinir, vallærugreinir og starvsvenjing.
skemalagda undirvísingartíðin og próvtøku í 1. og 2. skúlaskeiði til føðsluhjálpara er til samans 1080 pultstímar, umframt 360 klokkutímar í starvsvenjing.

Ársætlan:
Útbúgvingin byrjar í august við 1.skúlaskeiði, sum endar við próvtøku seint í januar. Her læra næmingarnir breitt innan matvøruøkið. Eftir lokna próvtøku hava næmingarnir førleika at koma í læru sum gastronomhjálpari, føðsluatstøðingur ella yrkisútbúgving innan matvøru. Tey, sum vilja í læru, leita sær sjálvi eftir læruplássi. Skúlin hevur gjørt samstarvsavtalu við Aalborg Food College, sum tryggjar, at støði og at útbúgvingin verða dagførd.
 


Yrkisútbúgving innan matvøru

Tað eru fleiri aðrar útbúgvingar innan matvøruyrki. Umframt gastron (fyrr nevnt kokkur) eru millum aðrar tænari, smyrjubreyðjomfrú, bakari og føðsluhjálpari. Sum nevnt hevur Tekniski Skúli í Klaksvík gjørt avtalu við Aalborg Food College um framhaldsútbúgvingar. Um næmingurin fer í læru sum gastronomur, verða 20-30 vikur av skúlagongdini góðkendar. Í øðrum yrkjum 20 vikur. Skúlagongdin í yrkisútbúgvingunum er millum 45 og 50 vikur. Við verkligu læruni nakað styttri enn 4 ár. Meiri sæst á http://www.foodcollege.dk/uddannelser/Sider/default.aspx

Innihald í fyrsta skúlaskeiðnum
Umframt ymsar verkligar lærugreinir í køkinum, eru eisini ástøðiligar og almennar lærugreinir. Tær almennu eru Føroyskt og Støddfrøði á E-stigi. Harumframt samfelagslæra, heilsulæra, náttúrlæra, kostfrøði, føðslufrøði, reinføri, søla og tænasta.

Freistin
at søkja inn á Matvøruútbúgvingina er á hvørjum ári 15. mars eins og til aðrar miðnámsútbúgvingar.

Upptøkukrav:

Lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans (9.flokk) við nóg góðum úrsliti. Umsøkjarar verða bodnir til samrøðu áðrenn endaliga upptøku.

Umsókn:

Umsóknir til miðnám fara fram umvegis skipanina www.innskriving.fo
 


«2017»Today«Nov»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T W T F S S