logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • við Víkina,
  • FO-700 Klaksvík,
  • Faroe Islands,
  • Tlf. +298 45 63 11

Kunning um Skúlaheimið

Bústaðarmøguleikar
Til skúlan hoyrir skúlaheim við matarhøll, so góðir møguleikar eru at búgva og eta á skúlanum. Á heiminum eru 22 kømur við plássi fyri 44 næmingum.

Tey búgvandi fáa útflýggjað dýnu, kodda frá Skúlaheiminum. Frá august 2007, mugu tey búgvandi sjálvi útvega sær lak, dýnu- og pútuvorð og handklæði.

Um plásstrot er, so fáa tey, sum búgva longst burtur frá skúlanum fyrsta rætt. Um pláss er til avlops, so ber til at biðja um eina-kamar.

Fríkorter og døgurðasteðgur
Í tí stóra fríkorterinum, kl. 9.30 - 9.50, kanst tú keypa tær kaffi ella te við rundstykkjum úr kantinuni, og í døgurasteðginum, kl. 12.10 - 12.35, fæst heitur matur keyps.
Døgurin kostar kr. 35,-. Um talan eru um fleiri ella bólkar, so eigur døgurðin at verða bílagdur áðrenn kl. 9.00.

Frítíðarítriv
Møguleikarnir at íðka ítrótt eru sera góðir í Klaksvík. Fyri næmingar er KÍ-høllin ókeypis opin mikudag kl. 16.00-17.00. Svimjihøll og graslíkisvøllur liggja umleið 100 metrar frá skúlanum.
Á skúlans øki er ein sparkivøllur við graslíki og girðing..
Innandura er møguligt at spæla borðtennis, eins og sjónvarpstova við Televarpi og video er á skúlanum.
Allar føroyskar avísir og útlendsk tíðarrit liggja frammi.

«2010»Today«Mar»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T W T F S S