HT-skipan
HT (HTX)
Hægri tøknipróvtøka
HT útbúgvingin er ein trý ára miðnámsútbúgving. Eitt HT-prógv gevur atgongd til allar hægri framhaldsútbúgvingar á jøvnum føti við eitt students- ella HH-prógv.
HT-útbúgvingin er serliga ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni, bæði verkliga og ástøðiliga.
Útbúgvingin er skipað við kravdum lærugreinum og vallærugreinum.
| Kravdar lærugreinir: | Vallærugreinir: (dømi) |
| Alisfrøði B | Alisfrøði A |
| Enskt B | Enskt A |
| Evnafrøði B | Samskifti A |
| Føroyskt A | Støddfrøði A |
| Lívfrøði C | Tøknifrøði A |
| Samfelagslæra C | Forritan C |
| Samskifti C | Hugmyndasøga B |
| Støddfrøði B | Samfelagsfrøði B |
| Tøkni A – valt verður ímillum:
• bygging og orku • evning og framleiðslu • prosess og matvøru |
Kunningartøkni C og B |
| Tøknifrøði B | Lívfrøði B |
| Tøknisøga C | Statikk og styrkilæra C |
| Ella eftir áhuga næminganna |
Verkætlanir
Eitt eyðkenni hjá HT-útbúgvingini er verkætlanirnar. Arbeiðið við verkætlan setur krøv til evni tíni at samansjóða vitan úr ymiskum lærugreinum, soleiðis at uppgávan verður loyst. Samstundis lærir tú at arbeiða sjálvstøðugt, av tí at tú bæði skal leita upp vitan, leggja til rættis og samstarva við øðrum.
Í 2. HT skalt tú í várhálvuni gera eina próvtøkuverkætlan í tøknifrøði. 6 vikur eru settur av til arbeiðið við verkætlanini, harav ein vika verður brúkt á verkstaði ella starvsstovu skúlans.
Í 3. HT skalt tú í várhálvuni í 6 vikur gera eina próvtøkuverkætlan innan 1 av hesum tøknisergreinunum:
• Bygging og orku
• Evning og framleiðslu
• Prosess og matvøru
Tøknisergreinina velur tú sjálv/ur, og verkætlanin endar við eini frágreiðing. Endamálið við verkætlanini er, at tú skal lýsa ein tøkniligan spurning og meta um serligar fortreytir og krøv, sum skulu lúkast, fyri at málið kann verða loyst.
Eftirmeting, próvtøl og próvtøka v.m.
2 ferðir um árið fært tú støðumet í øllum lærugreinum, soleiðis at tú framhaldandi verður kunnaður um meting læraranna av tínum fakliga støði í lærugreinunum. Við árslok fært tú ársmet í teimum lærugreinunum, sum eru loknar. Ársmetini koma at standa á próvnum hjá tær saman við próvtølunum, tú hevur fingið til próvtøkuna.
Minsta kravið til eina samlaða HT-útbúgving er: 3 A-stig, 3 B-stig og 1 C-stig, og einstaki næmingurin skal í 3. HT velja í minsta lagi 2 vallærugreinir á A-stigi. Av hesum skal 1 vallærugrein vera úr tí náttúruvísindaligu lærugreinarøðini. 3 lærugreinir á A-stigi eru kravdar lærugreinir hjá øllum næmingunum, nevniliga Føroyskt A, Danskt A og Tøkni A.
1. HT – næmingarnir skulu til 1 próvtøku
Næmingarnir kunnu fara til munnliga próvtøku í einari av lærugreinunum niðanfyri:
• Samskifti C
• Lívfrøði C
• Tøknisøga C
2. HT – næmingarnir skulu til 4 próvtøkur, harav ein altíð er tøknifrøði B.
Næmingurin skal altíð til skrivliga próvtøku í hesum lærugreinunum, uttan so at hann í framhald av lærugreinini á B-stigi hevur valt lærugreini á A-stigi í 3. HT:
• Enskt B
• Støddfrøði B (verkætlan)
Umframt Tøknifrøði B, fer næmingurin til munnliga próvtøku í einari ella fleiri av hesum lærugreinunum, sum Mentamálráðið tekur út til próvtøku:
• Enskt B
• Alisfrøði B
• Evnafrøði B
• Samfelagslæra C
• Vallærugrein C/B
Um næmingurin hevur valt eina av lærugreinunum omanfyri á hægri stigi í 3.HT, kann hann ikki fara til munnliga próvtøku í lærugreinini.
3. HT – næmingarnir skulu til 6 próvtøkur.
Næmingurin fer altíð til skrivliga próvtøku í hesum lærugreinunum:
• Føroyskt A
• Vallærugrein/ir á A-stigi (uttan Tøknifrøði A, ið er ein munnlig próvtøka í einari verkætlan)
Næmingurin fer altíð til munnliga próvtøku í Tøkni A (munnligur verji av skrivligari verkætlan), og til munnliga próvtøku í lærugreinunum, sum Mentamálaráðið tekur út til próvtøku.
Fyri at standa HT-próvtøkuna skalt tú hava í minsta lagi 6 í miðaltali bæði í ársmetum og til próvtøkuna.
Stakgreinalesandi
Tað ber til sum stakgreinalesandi at fara til próvtøku í støkum lærugreinum í HT-útbúgvingini. Hesin møguleiki er serliga ætlaður tilkomnum fólki, sum hava áhuga fyri at ogna sær vitan í einari ella fleiri lærugreinum. Meiri fæst at vita um henda møguleikan við at venda sær til lestrarvegleiðingina á Tekniska Skúlanum í Klaksvík.
Framhaldsútbúgvingar
Møguleikarnir við einari HT-útbúgving eru nógvir. HT-útbúgvingin er serliga viðkomandi fyri næmingar, sum ætla sær at nema útbúgving innan verkfrøði, matvøruútbúgvingar, sjúkrarøktarfrøði, lækna, miðlar o.a. Við einum HT-prógvi ber til at søkja inn á allar hægri framhaldsútbúgvingar.
Bústaðarmøguleiki
Næmingar, sum hava langan veg í skúla, hava møguleika at søkja inn á Skúlaheimið, sum er partur av skúlanum.
Upptøkukrøv
Fyri at koma inn á HT skalt tú hava staðið fráfaringarroynd fólkaskúlans við nóg góðum úrsliti í alis- og evnafrøði, donskum, enskum, føroyskum og støddfrøði. Týdningarmikið er at hava áhuga fyri náttúruvísindi.
Umsókn um upptøku á HT-útbúgvingina fer fram í teirri samskipaðu innskrivingini. Umsóknin skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. mars.





