Frítíðarítriv
Frítíðarítriv
Møguleikarnir at íðka ítrótt eru sera góðir í Klaksvík.
Fyri TSK-næmingar er ókeypis atgongd til:
- KÍ-høllina mánadag, kl. 16.00-17.00 og
- Badmintonhøllin saman við starvsfólki, mikudag, kl.17.00-18.00.
Svimjihøll og graslíkisvøllur liggja umleið 100 metrar frá skúlanum.
Á øki skúlans er sparkivøllur við graslíki og girðing.
Innandura eru møguleikar at spæla borðtennis, eins og sjónvarpstova við Televarpi og video er á skúlanum.
Allar føroyskar avísir og útlendsk tíðarrit liggja frammi.





