logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur: tsk@tsk.fo

Skrivstovuleiðari til Tekniska Skúla í Klaksvík





Hevur tú hug til eitt spennandi starv á skristovu skúlans? Ert tú væl skipaður, sær møguleikar heldur enn forðingar og hevur hug og hegni at samskipa og menna skrivstovutænasturnar? So er tað tær, vit leita eftir.
Tú kemur saman við stjóra, bókhaldara og skrivstovulærlingi at arbeiða í miðdeplinum á skúlanum og vera sambindingarlið millum starvsfólk, næmingar og heim.
Á skúlanum eru fimm undirvísingareindir: Tøknibreytin, Matvøru-, Metal-, El- og Timburútbúgvingin, Matarhøll og Skúlaheim.

Arbeiðsuppgávurnar eru:
-    Leiða, samskipa og menna arbeiðið á skrivstovuni
-    Vera við til fíggjarstýring undir stjóranum
-    Gera rakstrarætlanir
-    Fakturering
-    Vanliga málsviðgerð
-    Tryggja samskifti millum skúla, myndugleikar og kundar
-    Tænastur í avgreiðsluni

Vit vænta:
-    At tú hevur viðkomandi útbúgving og royndir
-    Hevur áhuga í at menna tínar førleikar
-    Hevur góðan kunnleika til KT
-    Ert eldhugaður, opin og jaligur
-    Brennur fyri støðugari persónligari menning
-    Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
-    Hevur góð evni til samstarv
-    Kanst arbeiða við skiftandi uppgávum og
-    Trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

Vit bjóða:
-    Eitt skiftandi og avbjóðandi starv
-    Eitt starv har tú sjálvur kanst forma uppgávurnar
-    Gott arbeiðsumhvørvi
-    Góðar starvsfelagaðar og næmingar
-    Løn

Tann, ið verður settur, skal vænta at byrja um miðjan mars 2018
Løn og setanartreytir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsókn við CV skal sendast skúlarstjóranum á runih@tsk.fo í seinasta lagi 23.februar kl.15.00.

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Heygavegur 1A
FO-700 Klaksvík
http://tsk.fo


«2018»Today«Sep»
          1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T W T F S S