logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur; tsk@tsk.fo

Verkstaðvørður til Timburdeildina








Vit leita eftir einum nærløgdum handverkara at byrja á Timburdeildini 1.november í ár.
Annan helmingin av arbeiðstíðini er at útvega undirvísingartilfar, viðlíkahald av útgerð, -amboðum og -hølum á Timburdeildini og annars uppgávur undir húsavørðinum.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum timburmaður.
Verkstaðvørðurin arbeiðir í tøttum samstarvi við undirvísararnar á deildini.
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Handverkarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Íroknað matarstøðg er arbeiðstíðin 39,5 tímar/viku.
Til tíðir kunnu eisini væntast uppgávur innan undirvísing í timburyrkinum.
Meir fæst at vita um starvið frá deildarleiðaranum, Sjúrði Sólstein, í arbeiðstíð tfl. 456311.
Umsókn við prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast á
tsk@tsk.fo ella til

Tekniski Skúlin í Klaksvík
Postboks 20
700 Klaksvík
att. skúlastjórin

Freistin at søkja starvið er 25.september 2017


«2017»Today«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T W T F S S