logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
  • Tlf. +298 45 63 11
  • Teldupostur: tsk@tsk.fo

Serbreyt

Fyrsti flokkurin í Serbreyt á Tekniska Skúla í Klaksvík við seks næmingum byrjaði í august 2016. Í august 2017 komu tveir nýggjur næmingar. Til komandi skúlaár er møguleiki fyri at taka 2 ella 3 nýggjar næmingar inn. Serbreytin á TSK er innan handverksyrkini matvøra og timbur.

Grundhugsjónin er at inkludera næmingar, sum hava ynski um at nema sær førleikar innan  handverksyrkið, men ikki megna at fáa sær fulla útbúgving í verandi útbúgvingar skipan .Høvuðsdentur verður lagdur á eina Tænastubreyt, har næmingurin lærir ymiskt innan tænastuøkið, m.a. reingerð og fær serkunnleikar innan eina valda yrkisleið.

Næmingurin velur, eina av fýra ymiskum yrkisgreinum við einum felagsfaki  innan tænastuøkið og mentan. TSK bjóðar Timbur og Matvøruatstøði. 

Næmingurin verður førleikamettur eftir OCN skipanini, ið er ein skipan, sum verður brúkt m.a í Stórabretlandi, Noreg og Danmark. Hendan skipan skjalprógvar kunnleikar og førleikar hjá hvørjum einstøkum næmingi.

Serbreytirnar á TSK er eitt 4 ára skúlatilboð, sum tekur útgangsstøðið í hvørjum einkultum næmingi, við tað at tilgongdin verður tillagað hvønn einstakan næming og førleika næmingsins.

Umsókn:
Umsóknir til miðnám fara fram umvegis skipanina www.innskriving.fo. Vel "Umsóknarblað til Miðnám 2018" .


Lærarar á Serbreytini eru:
Maja Joensen,     majaj@tsk.fo,
Bára Joensen,     baraj@tsk.fo og
Arnfinnur Nesá,   arnfinnurn@tsk.fo


Samskipari:
Maiken Skarðenni, maikens@tsk.fo





«2018»Today«Aug»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30 31    
M T W T F S S