logo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

Bókligt og handaligt

  • Tekniski Skúlin í Klaksvík
  • Postboks 20,
  • Heygavegur 1A,
  • FO-700 Klaksvík,
  • Faroe Islands,
  • Tlf. +298 45 63 11

North Comfort 3. plássið

4 næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík hava luttikið í endakappingini í European Business Game, sum var í Limosine í Fraklandi í døgunum 27. juni til 2. juli. Næmingarnir Lilian Gullaksen, Laila Mikkelsen, Jóannes Martin Johannesen og Vagnur  Thomsen mannaðu eitt fiktivt virki, sum tey kallaðu North Comfort. Virkið framleiðir hitaskamlar til eldri fólk, og sølan er fyrst og fremst  ætla bústovnum.
Luttakandi virkini skulu gera sáttmálar og avtalur við onnur virki um  framleiðslu, flutning og sølu. Harafturat skal fígging fáast frá peningastovni. Virkini skulu eisini samskifta við onnur EBG virki uttanlands fyri at skapa sambond ímillum ung úr Europeisku londunum.
Næmingarnir á Tekniska Skúla í Klaksvík gjørdist nummar 3 í endakappingini, har 11 lond luttóku, og Danmark bleiv vinnari. Luttakandi londini vóru Danmark, Grønland, Føroyar, England, Skotland, Frakland, Bolzano, Italien, Kroatia, Slovakia og Kekkia.
Umframt næmingarnir vóru Karin Kirke Petersen lærari, Sigmar Jacobsen dómari og Rani Nolsøe NPC (national program coordinator) við í ferðalagnum.


«2010»Today«Sep»
    1 2 3 4 5
6 7 8 9 10 11 12
13 14 15 16 17 18 19
20 21 22 23 24 25 26
27 28 29 30      
M T W T F S S